Thursday, November 15, 2012


Starvssumsókn

  Góðan dagin. Eg søki her um eitt starv sum lærari. Eg eri ein 45 ára gamal maður úr Føroyum og havi áður arbeitt sum lærari, men helt pausu í 15 ár við at undirvísa.

Eg havi haft arbeiðsroyndir sum lærari í tvey ár. Eg fekk prógvið á læraraskúlanum í Tórshavn í 1995. Eg arbeitti bert í tvey ár áðrenn eg steggaði aftur at arbeiða sum lærari, til frama fyri at fara til meðinlandi Evropa at fjakka og liva av at selja mínar málningar. Ja, tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt

Eg eri giftur við einari dejligari konu og eigi 5 børn. Vit hava verði saman leingi, men valdu at giftast í fjør. Børnini eru hóast alt øll míni. Eg plagdi bert at hugsa, at tað kanska ikki var so farligt, um man var giftur ella eið fyrr enn okkurt hendi í fjør, og eg insisteraði uppá at vit skuldu giftast. Eg og konan búgva hjá foreldrunum hjá henni úti á argjum, og  so skjótt sum eg fái arbeiðspláss so fara vit at flyta í egna íbúð.
 
Hóast at eg ikki eri limur í fólkakirkjuni, so merkir tað ikki at eg eri ateistur ella ein sum hatar kristindómin. Eg meldaði meg úr tá eg var 24, men tá var eg eisini ein sera sterkur kritikari av fólkakirkjuni. Eg havi verði ímóti tí, av tí at tað hevur verði atvoldin at alt ta ringa í menniskjum, men eg eri komin til tað støðið í lívinum har eg eri byrjaður at hava respekt fyri kristindómin. Ikki tí, at tað er logiskt ella nakað, men tað er ein partur av okkara mentan, líkasum aðrar mentannir hava hvør sín átrúna. Eg eri øðiliga klárur yvir at man ikki hevur loyvi til at indoktrinera næmingarnir við sínari egnu heimsfatan, tí tað kann føra við sær, at foreldur og annað tílikt missa álitið á skúlan, og ákæra hann fyri at ikki at halda seg til at vera undirvísandi.

Eg eri ein øðiliga sentralt sinnaður politiskur persónur. Eg gangi inn fyri alt tað vanliga; demokrati, talu og skrivi frælsi, e.t.c. og í frítiðini royni eg at sita og lesa lesarabrøvini í miðlunum, sum áminnig á at tað ikki eru øll sum eru so heldig at sleppa at siga sínar egnu meiningar.

Nakað heilt annað sum eg annars eisini kann finna uppá at gera í frítíðini er at spæla snooker. Tað er faktiskt ein heilt ótrúliga fasinerandi gentleman’s ítrottur. Eg plagdi at mála málningar fyrr. Tað var mítt ting, sum eg fekk dagarnir at ganga við, tá eg ikki var úti og royndi at selja teir, ella tá eg var úti saman við øllum vinmonnunum niðri í Evropa.

Eg vil gjarna fáa arbeiði aftur sum lærari, tí eg haldi at meiningin við lívinum er at vera eitt gott menniskja, og samstundis gera tað sum man hevur hug til. Næmingar hava nógv at siga fyri meg. Eg vil gjarna læra børn at rokna, lesa og at skriva, so at tey kunnu vera ein partur av samfelaginum, og vera við til at uppbyggjað heimin. Tað er tað góða sum eg trúgvi uppá og sum eg ikki vænti at nógv eru ósamd í mær um. Um tað er eitt ting eg hati í universinum, so er tað menniskju, ið ikki taka seg saman til at uppnáa sítt fulla potentiali.

Vinarliga
………….  Ja gita

1 comment:

  1. Álvarsmenniskjað - etikarin?! Men tú ert eisini eitt sindur "mainstream", eg hugsi um tína fatan av kristindóminum og tíni politisku áhugamál. Gongur tú 100% inn fyri tína sak, tí TÚ trýrt upp á hana?
    Hvat var tað, sum hendi við tær í fjør, sum var atvoldin til, at tú lat teg gifta?

    ReplyDelete