Thursday, November 15, 2012

Einvegis ferð mín til helvitis

 - Um meining, tráan og tómleika


Eftir Hilmar Gossiin

"Eg havi eisni roynt tey meira villu, ja kanska svøku tingini, tikið orðatakið “carpe diem” í álvara og veruliga kastað meg út í lívið."


Ein vinmaður segði einaferð við meg, at tað veruliga lívið er at finna í smálutunum. At tað eru tey evarskalítlu tingini, ið vit ofta als ikki geva okkum far um, sum í veruleikanum hava alt at týða. Um eg eri samdur ella ikki, tað veit eg ikki, og tað ger í veruleikanum tað sama, hvat ið eg haldi. Men tað er týdningarmikið at greiða frá,  at tað er eitt annað, kanska vanligari sjónarmið, ið ikki leggur dent á smálutirnar, men heldur tey stóru skiftini í tilveruni – hendingarnar, ella ein kundi kanska rópt tað “tær køldu spannirnar við vatni”  ið veruliga hamskifta okkum, ein kundi sagt vekja okkum við kaldan dreym til eina nýggja tilveru, og læsa farnu tilveru okkara fasta í dreymaheiminum.


Eg havi uppliva  tílíkt skifti. Um tað var til tað betra, ja tað er synd at siga. Eg haldi besti mátin at lýsa broytingina, er við at siga, at tað kendist sum at vinna eitt silvurheiðursmerki. Ein ger sítt ítasta, ja alt tað ein er mentur, kemur langt, fremur í veruleikanum eitt megnaravrik... men ein kann ikki vinna eitt silvurmerki. Eitt silvurmerki er einans ein staðfesting av, at tú ikki vann gull. Ongin kemur glaður heim og sigur: “hygg mamma! Eg vann silvur!” Nei, heldur er ein skuffaður av sær sjálvum, og lovar sær sjálvum at gera tað betri næstu ferð.



Men hvat snúði hetta dramatiska skifti, hendan megnarbroytingin í mínum lívi seg so um? Jú, tað er als ikki lætt at greiða frá, serliga ikki á skrivt, men eg skal royna mítt besta at geva tær, ið lesur hetta, eitt innlit í, nei eina løtumynd av lívi mínum sum tað var tá, og sum tað er nú.


Eg haldi sjálvur, at eg eri ein toluliga vísur og eydnusamur maður. Eg eri útbúgvin stjórnmálafrøðingur, eg havi síðstu 15 árini starvast sum aðalráðgevi hjá ST-kommiserinum fyri mannarættindi, eitt í eygunum á nógvum sera gott starv. Um arbeiðslív og lív mítt generelt, kann ein siga, at eg altíð havi verið íðin og nærlagdur. Kanska heppin eisini. Eg eri giftur við eini óvanliga vakrari og fittari kvinnu, og saman eiga vit tveir vakrar og lívsfúsar synir. Eg havi altíð elska tað eg gjørdi, og eg havi altíð elska tey, ið eru rundan um meg. Men hóast eg hevði eitt gott starv, forvann nógvar pengar og í veruleikanum livdi dreymin, eg hevði sett mær fyri at realisera, tá ið eg byrjaði á universitetinum, so vantaði okkurt í tilveru míni.

Eg fann skjótt útav hvat bagdi.


Lat meg byrja við at siga, at eg sum ungur altíð var sera áhugaður í heimspeki. Mær hevur altíð dáma stak væl at hugsa um lív mítt og lívi og endamál tess generelt. Men at lærdómur altíð er lættur at bera er synd at siga. Heldur hinvegin haldi eg, at jú meiri ein veit, jú meiri ein fatar, tess nærri kemur ein samfelagsásetta sálarsjúkumarkinum.

Tess meiri eg hugsaði um lív mítt, tess tómari og innihaldsleysari gjørdist tað. Eg dugdi brádliga at síggja, at eg í veruleikanum var fangaður í einum kassa, ið samfelagið hevði smíðað og tveitt meg í. Í kassanum kundi eg so svimja runt í og njóta mína egnu fávitsku, átøkt einum akvariu-fiski. Einastaðni skrivar David Icke, at besti einaræðishátturin er at billa fólkið inn at tey eru fræls. Um ein situr í einum fongsli veit ein, at ein er fangaður. Ein sær rimarnar fyri vindeyguni og er noyddur at onkursvegna lívbjarga sær sálarliga í lítla klivanum. Men ein kann eisini sita í einum rimaleysum fongsli, eins og neyðar London-búgvarnir í 1984 hjá Orwell, ið sita í einum rimaleysum kliva, og halda seg vera frælsar. Tá er ein sanniliga fangaður.

Eg sá sjálvandi beinavegin, at eg noyddist úr hesum kassanum, eg noyddist at skapa mína egnu tilveru, smíðað mín egna litríka, rúmliga og altíð áhugaverda og fjølbroytta kassa. Eg varð noyddur at kasta meg út í lívið, sleppa undan samfelagsáløgdu rutinunum og høpisleysa vónloysinum, ið eyðkendi heimføðisligu, snævurkygdu og skilaleyst normativu samborgarar mínar – og meg við!

Men heldur enn at bróta úr keðiligu rútmuni, heldur enn at leggja lunnar undir eina nýggja, sunna og autentiska tilveru, har eg í sátt og semju við meg sjálvan, mínar lívsáskoðanir og mínar dreymar, kundi liva eitt veruligt lív, so tykist tað mær nú, sum at eg onkursvegna heldur staðfesti tómleikan í lívi mínum, fastlæsti eina kós, ið ein – sæð í bakspeglinum – ikki tykist gjørlig at sleppa undan, og hvørs endastøð er óunniliga ásannanin av, at lívið í roynd og veru er innialdsleyst fals. Ein ótrúliga hegnisliga fyriskipaður íspunnin sjónleikur, ið vit øll eru dømd at spæla við í.

Soleiðis sum eg síggi tað nú, so haldi eg at ein kann siga, at eg tveitti meg út í lívi... uttan at verða loftaður. Eg tveitti meg í veruleikanum útav einum hamara og knústi gamla, samfelagstrúgva og virkisfúsa Hilmar í túsund stykkir. Hann kundi ikki og kann ongantíð gerast aftur. Í eini roynd at veruliga liva lívið, kollvelti eg tilveru mína fullkomiliga. Eg segði starvi frá mær, greiddi konu míni og børnum mínum frá, at eg noyddist at fara á eina ferð at finna meg sjálvan, og at eg helst ikki fór at síggja tey aftur í rúma tíð. Og so fór eg.

Eg fjakkaði kring knøttin, vitjaði heimsins undur og monument um dagin, og vitjaði alskyns fjølbroyttar náttklubbar um kvøldarnar. Eg royndi at gloyma gamla lív mítt og hugsa meg fram til, hvat eg veruliga vildi við lívinum. Eg var sannførdur um at hetta at kasta seg út í lívið, og aktivt royna at finna fram tey ting, ið gera lívið vert at liva, var tað rætta at gera, og so við og við byrjaði eg eisini at elska hetta lívið. Gamli Hilmar vildi sagt, at eg livdi ábyrgdarleyst og oyddi lív mítt burtur, men eg tók tað als ikki nær. Gamli Hilmar var fangaður í einum samfelagsskaptum fonglsi, og hóast hann helt seg liva bæði gott og væl, so var hansara lív – sæð við mínum eygum – ein illusjón.

Eg helt á at liva á hendan hátt í eitt ár. Í eitt heilt ár livdi eg frá hondini í munnin: eg gjørdi og royndi nýggj ting, kanska serliga ting, ið eg metti kundu hjálpa mær at njóta lívið, og harvið liva lívið til fulnar. Eg royndi ymisk rúsevni, eg royndi at smugla og selja rúsevni – fyri at merkja rúsin ein fær av tí. Eg rann undan tarvum í gøtunum í Spaniu, eg royndi at selja meg sjálvan sum mannliga skøkju, og eg kann nevna eina rúgvu av øðrum, onkur vildi sagt, svøkum tingum. Eg gjørdi býttar og ábyrgdarleysar gerðir, ið ein vanligur samfelagsborgari, ið tekur ábyrgd av lívi sínum ikki ger. Men eg livdi lívið til fular... helt eg í hvussu so er. Tí at líka so skjótt sum hendan undarliga lívsførsla var byrja, noyddist hon at enda.

Eg havi ofta hugsa um hetta villa tíðarskeiðið í lívi mínum, sum eina viku, har ið eg einans fekk pitsa til døgurða. Hóast tey flestu halda at pitsa smakkar væl, summi siga pitsu verða sín yndisrætt, so ber tað als ikki til at liva av pitsa. Ein kann ikki eta pitsa til døgurða sjey dagar um vikuna, uttan at keðast av hesum, ja uttan til síðst at fáa andstygd fyri pitsa. Á tankaleysu ferð míni, sum í veruleikanum ikki hevði nakað ferðamál, misti eg meg sjálvan burtur, heldur enn at finna meg sjálvan, soleiðis sum eg hevði vóna, tá ið eg fór avstað. Tískil var tað eyðvitað, at eg mátti taka til aðrar møguleikar, skuldi eg ikki drukna í endaleysum tómleika og vónloysi, ið ikki sørt minti um støðuna, eg var í, tá ið eg av fyrstani tíð valdi at fara undir ferð mína.

Tíverri er hetta ein trupulleiki, eg framvegis tann dag í dag stríðist at fáa bilbugt við.
Tað er trupult hjá mær at greiða frá, hvussu eg havi tað í dag. Eg havi roynt nógv. Eg havi livað eitt sera gott og vanligt lív, havi havt eitt gott arbeiði og eina góða familju. Eg havi eisni roynt tey meira villu, ja kanska svøku tingini, tikið orðatakið “carpe diem” í álvara og veruliga kastað meg út í lívið. Men sum eg segði, so syndraðist borgarliga tilvera mín, tá ið eg valdi at hirða meg út í lívið á tann hátt sum eg gjørdi. Umdømi er alt í borgarliga samfelagnum, og hetta hevði eg, um nakað, knúst sundur við at taka tað avgerð, eg gjørdi.
Men eg kann eisini staðfesta, at lopið, royndin at finna veruliga lívið, heldur ikki virkaði eftir ætlan. Tà ið omanfyri sigi, at tað kendist sum at hirða seg útav einum hamara – uttan at verða loftaður, so sipi eg til ta sannroynd, at eg nú eri fangaður í einari hvørkistøðu av onkrum slag. Eg kann, sum staðfest omanfyri, ikki venda aftur til borgarliga lívið, men eg havi eisini ásannað, at lívsførslan hjá mær á ferð míni, leitan míni eftir veruliga lívinum, var lítið tespilig, og at tað er púra beint at siga, at royndin miseydnaðist fullkomiliga.

Hví tað endaði so sum tað gjørdi, kann eg sjálvandi einans koma við einum hugsaðun boðið uppá. Ongin okkara kann veruliga greiða, hví okkara lív háttaðust á tann hátt, tey nú einaferð gjørdu. Men eg havi eitt boð, um tað nú er eitt sera kontroversielt og syrgiligt eitt.

Um ein meingin er við lívinum, so áttu vit øll at kunna funnið hana. So mikið eiga vit at kunna semjast um. Eg havi tosa við fólk, ið ganga í kirkju, halda møti og bønarløtur, undirvísa børnum í bíbliusøgu hvønn sunnudag,  ja eru sera virkin innan trúarlívið. Hesi eru øll á einum málið um at Gud og Jesus geva teimum innihald í lívi. Meiningin við lívinum er at tæna Gudi og Jesusi, og tað gera tey so. Afturfyri bíðar teimum ævig sæla hinumegin deyðan.

Men um meiningin við lívinum er at trúgva uppá Gud, hví gera vit so ikki øll tað? Tað man helst vera at í einføldu orsøk, at meiningin við lívinum er ymisk frá einstaklingi til einstakling. Meiningin í mínum lívi og í tínum lívi er neyvan tær somu. Eg kanska velji at nýta alt lív mítt at fáast við fólbólt, meðan tú nýtir títt lív á politiska vígvøllinum. Hvørgin okkara livir eitt rættari lív, t.e. eitt lív við meiri meining í, enn hin. Hetta ljóðar jú sannførandi, men eg velji at siga sum so, at tá ið tað eru persónar í heiminum, sum ikki megna at finna meiningina við lívinum, so ber tað eisini til at siga, at tað eru persónar til í heiminum, ið ikki hava eina meining í sínum lívi. Og tá ið hesum møguleiki er við, tá sær fyrra próvførslan brádliga ikki líka sannførandi út. Tí at um tað eru persónar til í heiminum, sum hava meining og innihald í sínum lívi, og aðrir í ikki hava tað, hevur so nakar í veruleikanum meining og innihald í lívi sínum?

Ein vinmaður segði einaferð við meg, at tað veruliga lívið er at finna í smálutunum. At tað eru tey evarskalítlu tingini, ið vit ofta als ikki geva okkum far um, sum í veruleikanum hava alt at týða. Um eg eri samdur ella ikki, tað veit eg ikki, og tað ger í veruleikanum tað sama, hvat ið eg haldi. Men tað er týdningarmikið at greiða frá,  at tað er eitt annað, kanska vanligari sjónarmið, ið ikki leggur dent á smálutirnar, men heldur tey stóru skiftini í tilveruni – hendingarnar, ella ein kundi kanska rópt tað “tær køldu spannirnar við vatni”  ið veruliga hamskifta okkum, ein kundi sagt vekja okkum við kaldan dreym til eina nýggja tilveru, og læsa farnu tilveru okkara fasta í dreymaheiminum.

Skal nøkur niðurstøða gerast av øllum hesum er, so haldi at hon er rættiliga greið. Eg eri ein maður, ið hevur tveitt seg út í lívið, uttan at megna at finna farran av djypri meining og innihaldi í tí heila. At venda aftur til tilveruna áðrenn er ógjørligt, tí at hon er ikki verulig. Normativa borgarliga samfelagið er eitt fongsul, ið eg tíbetur eri sloppin úr. Men tað er synd at siga, at frælsi uttan fyri fongsulsmúranar er nógv frægari, og eg haldi at lesarin eftirhondini skilir væl, hví eg sera treyðugt vil góðtaka uppáhaldið, at eitt størri høpi er í tilveruni. Spýggjandi vamli av tankanum um tað fína borgarliga samfelagið gerst einans verri av at hugsa um veruleikan eg nú livi og virki í.


Mín niðurstøða er einføld: heimurin er ein høpisleysur staður, har ið vit øll er noydd at velja millum tað betra av tveimum óndum. Millum pest ella kolera. Ein syrgilig men sonn niðurstøða, ið eg sjálvur kann draga, eftir at hava verið báðu meðan hegni.

Vónandi hevur tí sum lesari lært nakað av tí, eg skrivað havi her. Men tað kann eisini í roynd og veru gera tað sama, tí at tá ið heimsins leikjtald verður drigið fyri, ljósini sløkt og pallurin tikin niður, sí, tá er sanniliga onki eftir, tí at heimurin er ikki og hevur ongatíð verið annað enn ein sjónleikur, ið vit øll eru dømd at spæla við í.

1 comment:

  1. Ikki minni enn Kierkegaard líkur!! Ein sera lívsklókur ironikari, sum er fangaður í einari millumstøðu millum tað normativa borgarliga samfelagið og tað villa markleysa lívið, sum sannilga eisini er eitt fongsul. Men tað er ein góður spurningur, hvørt hann velur at gera enda á tí heila ella leypur 70.000 favnar út?! Eg vænti, at hann er ov klókur til at gerast eitt álvarsmenniskja? Men tað er spurningurin, um eg havi rætt... Harry prinsur alias Hilmar Gossiin (kundi hugsað mær at avkoda hatta navnið).

    ReplyDelete