Thursday, November 15, 2012


Eg havi lisið allar umsóknirnar í gjøgnum, allar eru góðar, kvalifiseraðar og tit hava øll uppiborið at arbeiða her, men tað er bert ein av tykkum, ið verður settur í starv.
Avgerðin hevur verið torfør, og tað hevur tikið hart uppá meg, tí eg vildi ikki at tað skuldi enda soleiðis. Tað er súrt, tá ið man hevur 17 góðar umsóknir liggandi, og man noyðist at velja ein burturúr. Eg vil takka tykkum øllum fyri at hava sent umsóknir inn, og skuldi tað verið neyðugt, at sett nýggj fólk, ja, so veit eg hvar eg skal hyggja. Tað er sjálvdan at man situr við einum sovornari avgerð í hond, og bert sleppur at velja ein. Hevði tað verið so væl, at eg hevði kunna valt fleiri av tykkum. Trupulleikin er tann, at tit øll liggja jøvn, og tað er bert ein, ið skarar framúr, men tað koma vit til seinni. Eg nærmast hati meg sjálvan fyri at skula siga nei, við so nógv fólk. Tað er heilt ótrúligt, hvussu keðiligt tað er, at síggja so nógv fólk fáa eitt nei, sum aftursvar, men soleiðis er lívið. Man má velja, og eg hopi at eg velji rætt. Man skuldi trúð at hetta var eitt putslispæl, har prikkarnir ikki passa saman. Eitt talvspæl, har einki gongur. Eg royni og royni, men tað riggar ikki so væl.
 
Tá ið eg sjálvur søkti arbeiði her, hevði eg nógvar møguleikar, eg var eftirspurdur allasteðs, og eg mátti velja, so eg hugsaði, hvat dámar mær best? Hvar sleppi eg at gera tað, sum eg innarliga vil? Eg kundi velja í millum at vera fótbóltsviðmerkjari, ið er eitt av teimum tingunum, mær dámar best, ella eg kundi velja at arbeiða á einum keðiligum kontóri, at sita á mínari fløtu dagin langan, har eg fekk meira í løn. Hvussu ber tað til, at eg setti pening tíl síðu, og valdi at arbeiða sum fótbóltsviðmerkjari hugsa tit nokk. Tí tað dámdi mær mest, og eg fekk okkurt burturúr. Um man hyggur longur fram í tíðina, fari eg ikki at angra mítt val, tí eg sleppi at gera tað, ið eg dámi best. Eg fái minni í løn her, enn aðrasteðs, men tað er ikki so forferduliga nógv minni, so tað kemur nokk ikki at gera mun seinni.

Avgerðin eg tók, var sera hørð. Ikki minst tí eg skuldi velja ein, at arbeiða saman við mær, men eisini tí at eg skuldi velja ein millum so nógvar frálíkar umsóknir. Tíverri er tað álagt mær, at velja ein, og tað valið er eingin minni enn;

Eg sjálvur! Eg dugi ikki at síggja hvussu eg kann hava nakran undir mær, og tí valdi eg at siga nei takk, til tykkum øll, og seta meg sjálvan í starv. Eg klári illani at arbeiða við øðrum, og mær dámar best at hava skil á tingunum, uppá mín egna máta.
Eg fari at blíva við, at kommentera fótbóltsdystir sjálvur, og lurtarir dáma meg, so tað burdi nokk verið heilt O.K. Eg eri keddur av at noyðast at standa í vegin fyri, at tit øll fáa eitt arbeiði her, men mær dámar betri at arbeiða sjálvur.

1 comment:

  1. Ein egocentriskur ironikari?! Ein, sum distanserar seg frá tilveruni, eygleiðir hana og lýsir hana uttan at taka lut sjálvur. Í hesum føri sum ein fótbóltsviðmerkjari.

    ReplyDelete