Thursday, November 15, 2012

Grøni maður



Knappliga síggi eg, at hylkið rundanum meg er skøvað. Djúpar skeinur eru komnar í tað, til báðar síður og eisini uppiyvuri og undir mær. Sum ein tunn breyðflís dettir tað sundur, mola fyri mola. Eg kenni meg bera, og knappliga seyrar luftin inn gjøgnum opini sum gass, og eg noyðist at anda og eg noyðist at liva og ikki bara eygleiða. Ljósið frá sólini uttan fyri hylkið er ørvísi. Hon vermir meg.
Komin út í luftina, undir sólina, omaná moldina og millum fjøldina. Tey ganga so skjótt, um ein tíma stendur sólin ikki longur har hon stóð áðrenn. Eg fái ikki fylgt við, vespur surra um nøsina á mær og eg hoyri onki fyri brumman í oyrunum og bilum ið flyta seg á gøtuni og geva mær ikki ans. Eg gangi yvir um vegin, uttan at vita, at tað er tann grøni maðurin hinumegin vegin, ið fortelur mær at eg skal ganga eftir teimum hvítu strikunum. Men eg trúgvi honum og eg gangi eftir teimum hvítu strikunum. Frá gongubreytini niður á sjálvan vegin, er longur niður enn eg hevði mett og eg snávi og detti útfyri ein bil og fari syngjandi fleiri metrar út í luftina. Bilurin koyrir víðari uttan steðg, men tann grøni maðurin lýsir enn. Eg veit ikki hvør hann er, men grøni maður lýsir fyri mær og eg trúgvi honum, tá hann sigur at eg skal ganga. So eg gangi, og bilar raka meg og koyra víðari, men eg gangi víðari. Tí hann lýsir enn grønt. 

1 comment:

  1. Der Ampelmann verður livandi og hevur sæð ljósið :)

    ReplyDelete