- Um meining, tráan og tómleika
Eftir Hilmar Gossiin
"Eg havi eisni roynt tey meira villu, ja kanska svøku tingini,
tikið orðatakið “carpe diem” í álvara og veruliga kastað meg út í lívið."
Ein vinmaður segði einaferð við meg, at tað veruliga
lívið er at finna í smálutunum. At tað eru tey evarskalítlu tingini, ið vit
ofta als ikki geva okkum far um, sum í veruleikanum hava alt at týða. Um eg eri
samdur ella ikki, tað veit eg ikki, og tað ger í veruleikanum tað sama, hvat ið
eg haldi. Men tað er týdningarmikið at greiða frá, at tað er eitt annað, kanska vanligari
sjónarmið, ið ikki leggur dent á smálutirnar, men heldur tey stóru skiftini í
tilveruni – hendingarnar, ella ein kundi kanska rópt tað “tær køldu spannirnar
við vatni” ið veruliga hamskifta okkum,
ein kundi sagt vekja okkum við kaldan dreym til eina nýggja tilveru, og læsa
farnu tilveru okkara fasta í dreymaheiminum.
Eg havi uppliva
tílíkt skifti. Um tað var til tað betra, ja tað er synd at siga. Eg
haldi besti mátin at lýsa broytingina, er við at siga, at tað kendist sum at
vinna eitt silvurheiðursmerki. Ein ger sítt ítasta, ja alt tað ein er mentur, kemur
langt, fremur í veruleikanum eitt megnaravrik... men ein kann ikki vinna eitt
silvurmerki. Eitt silvurmerki er einans ein staðfesting av, at tú ikki vann
gull. Ongin kemur glaður heim og sigur: “hygg mamma! Eg vann silvur!” Nei, heldur
er ein skuffaður av sær sjálvum, og lovar sær sjálvum at gera tað betri næstu
ferð.
Men hvat snúði hetta dramatiska skifti, hendan
megnarbroytingin í mínum lívi seg so um? Jú, tað er als ikki lætt at greiða
frá, serliga ikki á skrivt, men eg skal royna mítt besta at geva tær, ið lesur
hetta, eitt innlit í, nei eina løtumynd av lívi mínum sum tað var tá, og sum
tað er nú.
Eg haldi sjálvur, at eg eri ein toluliga vísur og
eydnusamur maður. Eg eri útbúgvin stjórnmálafrøðingur, eg havi síðstu 15 árini
starvast sum aðalráðgevi hjá ST-kommiserinum fyri mannarættindi, eitt í eygunum
á nógvum sera gott starv. Um arbeiðslív og lív mítt generelt, kann ein siga, at
eg altíð havi verið íðin og nærlagdur. Kanska heppin eisini. Eg eri giftur við
eini óvanliga vakrari og fittari kvinnu, og saman eiga vit tveir vakrar og
lívsfúsar synir. Eg havi altíð elska tað eg gjørdi, og eg havi altíð elska tey,
ið eru rundan um meg. Men hóast eg hevði eitt gott starv, forvann nógvar
pengar og í veruleikanum livdi dreymin, eg hevði sett mær fyri at realisera, tá
ið eg byrjaði á universitetinum, so vantaði okkurt í tilveru míni.
Eg fann skjótt útav hvat bagdi.
Lat meg
byrja við at siga, at eg sum ungur altíð var sera áhugaður í heimspeki. Mær
hevur altíð dáma stak væl at hugsa um lív mítt og lívi og endamál tess
generelt. Men at lærdómur altíð er lættur at bera er synd at siga. Heldur
hinvegin haldi eg, at jú meiri ein veit, jú meiri ein fatar, tess nærri kemur ein
samfelagsásetta sálarsjúkumarkinum.
Tess meiri
eg hugsaði um lív mítt, tess tómari og innihaldsleysari gjørdist tað. Eg dugdi
brádliga at síggja, at eg í veruleikanum var fangaður í einum kassa, ið
samfelagið hevði smíðað og tveitt meg í. Í kassanum kundi eg so svimja runt í
og njóta mína egnu fávitsku, átøkt einum akvariu-fiski. Einastaðni skrivar
David Icke, at besti einaræðishátturin er at billa fólkið inn at tey eru fræls. Um
ein situr í einum fongsli veit ein, at ein er fangaður. Ein sær rimarnar fyri
vindeyguni og er noyddur at onkursvegna lívbjarga sær sálarliga í lítla
klivanum. Men ein kann eisini sita í einum rimaleysum fongsli, eins og neyðar
London-búgvarnir í 1984 hjá Orwell, ið sita í einum rimaleysum kliva, og halda
seg vera frælsar. Tá er ein sanniliga
fangaður.
Eg sá
sjálvandi beinavegin, at eg noyddist úr hesum kassanum, eg noyddist at skapa
mína egnu tilveru, smíðað mín egna litríka, rúmliga og altíð áhugaverda og
fjølbroytta kassa. Eg varð noyddur at kasta meg út í lívið, sleppa undan
samfelagsáløgdu rutinunum og høpisleysa vónloysinum, ið eyðkendi heimføðisligu,
snævurkygdu og skilaleyst normativu samborgarar mínar – og meg við!
Men heldur
enn at bróta úr keðiligu rútmuni, heldur enn at leggja lunnar undir eina
nýggja, sunna og autentiska tilveru, har eg í sátt og semju við meg sjálvan,
mínar lívsáskoðanir og mínar dreymar, kundi liva eitt veruligt lív, so tykist
tað mær nú, sum at eg onkursvegna heldur staðfesti tómleikan í lívi mínum,
fastlæsti eina kós, ið ein – sæð í bakspeglinum – ikki tykist gjørlig at sleppa undan, og hvørs
endastøð er óunniliga ásannanin av, at lívið í roynd og veru er innialdsleyst
fals. Ein ótrúliga hegnisliga fyriskipaður íspunnin sjónleikur, ið vit øll eru
dømd at spæla við í.
Soleiðis sum
eg síggi tað nú, so haldi eg at ein kann siga, at eg tveitti meg út í lívi...
uttan at verða loftaður. Eg tveitti meg í veruleikanum útav einum hamara og
knústi gamla, samfelagstrúgva og virkisfúsa Hilmar í túsund stykkir. Hann kundi
ikki og kann ongantíð gerast aftur. Í eini roynd at veruliga liva lívið,
kollvelti eg tilveru mína fullkomiliga. Eg segði starvi frá mær, greiddi konu
míni og børnum mínum frá, at eg noyddist at fara á eina ferð at finna meg
sjálvan, og at eg helst ikki fór at síggja tey aftur í rúma tíð. Og so fór eg.
Eg fjakkaði
kring knøttin, vitjaði heimsins undur og monument um dagin, og vitjaði alskyns
fjølbroyttar náttklubbar um kvøldarnar. Eg royndi at gloyma gamla lív mítt og
hugsa meg fram til, hvat eg veruliga vildi við lívinum. Eg var sannførdur um at
hetta at kasta seg út í lívið, og aktivt royna at finna fram tey ting, ið gera
lívið vert at liva, var tað rætta at gera, og so við og við byrjaði eg eisini
at elska hetta lívið. Gamli Hilmar vildi sagt, at eg livdi ábyrgdarleyst og
oyddi lív mítt burtur, men eg tók tað als ikki nær. Gamli Hilmar var fangaður í
einum samfelagsskaptum fonglsi, og hóast hann helt seg liva bæði gott og væl,
so var hansara lív – sæð við mínum eygum – ein illusjón.
Eg helt á at
liva á hendan hátt í eitt ár. Í eitt heilt ár livdi eg frá hondini í munnin: eg
gjørdi og royndi nýggj ting, kanska serliga ting, ið eg metti kundu hjálpa mær
at njóta lívið, og harvið liva lívið til fulnar. Eg royndi ymisk rúsevni, eg
royndi at smugla og selja rúsevni – fyri at merkja rúsin ein fær av tí. Eg rann
undan tarvum í gøtunum í Spaniu, eg royndi at selja meg sjálvan sum mannliga
skøkju, og eg kann nevna eina rúgvu av øðrum, onkur vildi sagt, svøkum tingum.
Eg gjørdi býttar og ábyrgdarleysar gerðir, ið ein vanligur samfelagsborgari, ið
tekur ábyrgd av lívi sínum ikki ger. Men eg livdi lívið til fular... helt eg í
hvussu so er. Tí at líka so skjótt sum hendan undarliga lívsførsla var byrja,
noyddist hon at enda.
Eg havi ofta
hugsa um hetta villa tíðarskeiðið í lívi mínum, sum eina viku, har ið eg einans
fekk pitsa til døgurða. Hóast tey flestu halda at pitsa smakkar væl, summi siga
pitsu verða sín yndisrætt, so ber tað als ikki til at liva av pitsa. Ein kann
ikki eta pitsa til døgurða sjey dagar um vikuna, uttan at keðast av hesum, ja
uttan til síðst at fáa andstygd fyri pitsa. Á tankaleysu ferð míni, sum í
veruleikanum ikki hevði nakað ferðamál, misti eg meg sjálvan burtur, heldur enn
at finna meg sjálvan, soleiðis sum eg hevði vóna, tá ið eg fór avstað. Tískil
var tað eyðvitað, at eg mátti taka til aðrar møguleikar, skuldi eg ikki drukna
í endaleysum tómleika og vónloysi, ið ikki sørt minti um støðuna, eg var í, tá
ið eg av fyrstani tíð valdi at fara undir ferð mína.
Tíverri er
hetta ein trupulleiki, eg framvegis tann dag í dag stríðist at fáa bilbugt við.
Tað er
trupult hjá mær at greiða frá, hvussu eg havi tað í dag. Eg havi roynt nógv. Eg
havi livað eitt sera gott og vanligt lív, havi havt eitt gott arbeiði og eina
góða familju. Eg havi eisni roynt tey meira villu, ja kanska svøku tingini,
tikið orðatakið “carpe diem” í álvara og veruliga kastað meg út í lívið. Men
sum eg segði, so syndraðist borgarliga tilvera mín, tá ið eg valdi at hirða meg
út í lívið á tann hátt sum eg gjørdi. Umdømi er alt í borgarliga samfelagnum,
og hetta hevði eg, um nakað, knúst sundur við at taka tað avgerð, eg gjørdi.
Men eg kann eisini
staðfesta, at lopið, royndin at finna veruliga lívið, heldur ikki virkaði eftir
ætlan. Tà ið omanfyri sigi, at tað kendist sum at hirða seg útav einum hamara –
uttan at verða loftaður, so sipi eg til ta sannroynd, at eg nú eri fangaður í
einari hvørkistøðu av onkrum slag. Eg kann, sum staðfest omanfyri, ikki venda
aftur til borgarliga lívið, men eg havi eisini ásannað, at lívsførslan hjá mær á
ferð míni, leitan míni eftir veruliga lívinum, var lítið tespilig, og at tað er
púra beint at siga, at royndin miseydnaðist fullkomiliga.
Hví tað
endaði so sum tað gjørdi, kann eg sjálvandi einans koma við einum hugsaðun
boðið uppá. Ongin okkara kann veruliga greiða, hví okkara lív háttaðust á tann
hátt, tey nú einaferð gjørdu. Men eg havi eitt boð, um tað nú er eitt sera
kontroversielt og syrgiligt eitt.
Um ein
meingin er við lívinum, so áttu vit øll at kunna funnið hana. So mikið eiga vit
at kunna semjast um. Eg havi tosa við fólk, ið ganga í kirkju, halda møti og
bønarløtur, undirvísa børnum í bíbliusøgu hvønn sunnudag, ja eru sera virkin innan trúarlívið. Hesi eru
øll á einum málið um at Gud og Jesus geva teimum innihald í lívi. Meiningin við
lívinum er at tæna Gudi og Jesusi, og tað gera tey so. Afturfyri bíðar teimum
ævig sæla hinumegin deyðan.
Men um
meiningin við lívinum er at trúgva uppá Gud, hví gera vit so ikki øll tað? Tað
man helst vera at í einføldu orsøk, at meiningin við lívinum er ymisk frá
einstaklingi til einstakling. Meiningin í mínum lívi og í tínum lívi er neyvan
tær somu. Eg kanska velji at nýta alt lív mítt at fáast við fólbólt, meðan tú
nýtir títt lív á politiska vígvøllinum. Hvørgin okkara livir eitt rættari lív,
t.e. eitt lív við meiri meining í, enn hin. Hetta ljóðar jú sannførandi, men eg
velji at siga sum so, at tá ið tað eru persónar í heiminum, sum ikki megna at
finna meiningina við lívinum, so ber tað eisini til at siga, at tað eru
persónar til í heiminum, ið ikki hava eina meining í sínum lívi. Og tá ið hesum
møguleiki er við, tá sær fyrra próvførslan brádliga ikki líka sannførandi út.
Tí at um tað eru persónar til í heiminum, sum hava meining og innihald í sínum
lívi, og aðrir í ikki hava tað, hevur so nakar í veruleikanum meining og
innihald í lívi sínum?
Ein vinmaður
segði einaferð við meg, at tað veruliga lívið er at finna í smálutunum. At tað
eru tey evarskalítlu tingini, ið vit ofta als ikki geva okkum far um, sum í
veruleikanum hava alt at týða. Um eg eri samdur ella ikki, tað veit eg ikki, og
tað ger í veruleikanum tað sama, hvat ið eg haldi. Men tað er týdningarmikið at
greiða frá, at tað er eitt annað, kanska
vanligari sjónarmið, ið ikki leggur dent á smálutirnar, men heldur tey stóru
skiftini í tilveruni – hendingarnar, ella ein kundi kanska rópt tað “tær køldu
spannirnar við vatni” ið veruliga
hamskifta okkum, ein kundi sagt vekja okkum við kaldan dreym til eina nýggja
tilveru, og læsa farnu tilveru okkara fasta í dreymaheiminum.
Skal nøkur
niðurstøða gerast av øllum hesum er, so haldi at hon er rættiliga greið. Eg eri
ein maður, ið hevur tveitt seg út í lívið, uttan at megna at finna farran av
djypri meining og innihaldi í tí heila. At venda aftur til tilveruna áðrenn er
ógjørligt, tí at hon er ikki verulig. Normativa borgarliga samfelagið er eitt
fongsul, ið eg tíbetur eri sloppin úr. Men tað er synd at siga, at frælsi uttan
fyri fongsulsmúranar er nógv frægari, og eg haldi at lesarin eftirhondini
skilir væl, hví eg sera treyðugt vil góðtaka uppáhaldið, at eitt størri høpi er
í tilveruni. Spýggjandi vamli av tankanum um tað fína borgarliga samfelagið
gerst einans verri av at hugsa um veruleikan eg nú livi og virki í.
Mín
niðurstøða er einføld: heimurin er ein høpisleysur staður, har ið vit øll er
noydd at velja millum tað betra av tveimum óndum. Millum pest ella kolera. Ein
syrgilig men sonn niðurstøða, ið eg sjálvur kann draga, eftir at hava verið
báðu meðan hegni.
Vónandi hevur tí sum lesari lært nakað av tí, eg skrivað havi her. Men tað kann eisini í roynd og veru gera tað sama, tí at tá ið heimsins leikjtald verður drigið fyri, ljósini sløkt og pallurin tikin niður, sí, tá er sanniliga onki eftir, tí at heimurin er ikki og hevur ongatíð verið annað enn ein sjónleikur, ið vit øll eru dømd at spæla við í.