Thursday, November 15, 2012

Marglætisfuglar oman tóman

Eg havi ikki altíð verið tann, eg eri í dag - tað er víst; ei heldur eri eg tann sami í morgin, sum eg var í fyrradagin, og tann eg eri nú, beint nú, ja kanska er hann einans ein tvørskurður millum hesar báðar støðurnar, fortíð og framtíð; ein tvørskurður í so máta, at hvørgan av teimum er eg og tó, so havi eg verið báðar. Kanska tú ikki fylgir mær. Tað eg kenni á mær, at eg eri, er tað, eg í løtuni kenni á mær. Skilir tú? Einaferð hevði eg eina greiða mynd av tí, eg í mínum hugaheimi var, og hesa mynd bar eg fram í lívi mínum á allar gerðir mínar, soleiðis at tað skuldi vera øllum kunnugt, at hetta var eg. Síðani ta tíð havi eg ikki flutt meg ovurnógv í tíð, men eg havi ferðast støðurnar heim upp og niður leitandi eftir tí gátuføra ókenda, og tað er vorðið mær greitt, at mín farna støða, har eg við ágrýtni leitaði mær rætta leið gjøgnum lívið og var stoltur av hesum, var heilaspuni úr einum enda í annan. Nú hangi eg omanfyri tómanna dýpi, meðan mong ganga á botninum í fávitsku, fullkomiliga óvitandi um heimin, eg úr míni nýggju hædd eri førur at skoða, men hóast hæddin er øgilig, eri ei eg fallin í fátt, tí har er eitt ótal av hugtakandi og fangandi føgrum marglætisfuglum, ið halda mær á flogi. Úr hesi hædd sær eyga mítt alsamt longur og longur, og hvar eg so beri mína sjón, er tað eins og ein annar heimur, heilt øðrvísi enn alt annað, eg áður havi kent, og júst tá eg spentur fari hesum heimi ímóti, broytist hann fyri eygum mínum, og eri noyddur at venda mær burtur. Á hendan hátt flakki eg við alsamt vaksandi ferð ímóti teimum annaðhvørt opnandi ella lukkandi heimunum, sum, alt eftir hugi og grammleika mínum at røkka teimum, næstan argandi loyva mær innar fyri síðani at frástoyta meg. Undir hesi leitan, eg ótroyttiliga fremji, eri eg við tíðini farin at kenna ein tyngjandi mátt, sum dregur úr dýpinum, meðan fuglarnir, eg helt meg kunna líta á, vegna vantandi dirvi ella hæddarskrekk í størri og størri mun fara sínar egnu leiðir og flýggja. Teir megna ikki at fylgja míni ferð, hvørki so og so.

- HEDONIUS NIHIL


3 comments:

  1. "Einsamallur á ferð" (FeralOne?!) uttan mál og mið? Í fyrstu syftu vildi eg sagt: ein vónleysur estetikari við støðugt broytandi samleikum, sum hongur í leysari luft og er blindur fyri sjálvum sær og tilknýti til umheimin. Men eg kundi hugsað mær at hoyrt meira um hasar marglætisfuglarnar...

    ReplyDelete
  2. Sí ta lítlu broytingina niðast.

    ReplyDelete
  3. Fyrst nú síggi eg, at tú kallar teg "Hedonius Nihil" - "njótandi einkinleiki", v.ø.o. vil eg doypa teg estetikari!

    ReplyDelete