Thursday, November 15, 2012

Arbeiðsumsókn


Garðurin
Tinghúsvegur
100 Tórshavn

Útlærdur skeinkjari søkir arbeiði, sum høvuðs skeinkjari í Garðinum:
Eg læs eina lýsing í Dimmu fyrradagin og sá at tit í Garðinum leitaðu eftir royndum skeinkjarum, ið kundu fáa eitt sindur av lívið aftur í aftur niðri á Tinghúsvegi. Eg visti beinanvegin, at eg var júst tann tit høvdu brúk fyri. Eg taki tingini, sum tey koma og tá eg datt á hesa lýsingina frá Garðinum helt eg, at tað ikki kundi vera av tilvild, at júst eg læs hesa grein og eg visti beinanvegin at lýsingin var beinleiðis meint til mín.
Eg eri lívsnjótari og vanligani brúki eg alt summarið at ferðast kring knøttin. Einasta grundin til at eg eri útlærdur skeinkjari er tann, at eg verið noyddur at vinna mær pening, so at eg kann fara út at ferðast.
Eg havi arbeitt í 10 ymiskum londum og havi bara fingið rós fyri mítt arbeiði. Eg spurdi stjóran hjá mær í úr Írsku Pubbini, í Englandi um hann kundi skriva eitt ummæli av mínum arbeiði áðrenn eg segði meg úr starvið. Tað vildi hann fegin og tað sær soleiðis út:
“He’s without doubt the best bartender we have ever had. He’s always happy and cheerful, which also reflects on the people in the bar, making them happier. He’s always available, if one of the other bartenders should get sick, he is always ready to step in and take their shift. He’s hardly ever serious and that’s exactly what a bar, or club needs. A bartender fully loaded with humour and bartending skills. – The Irish Pub. “
Mín vanligi liviháttur er tann, at eg arbeiði inntil eri um at drukna í peningi, síðani brúki eg peningin uppá ein einvegis ferðaseðil til eitthvørt stað. Ikki fyrr enn eg, eftir nakrar mánaðar síggi, at peningurin á kontoini er lítil og ongin, byrji eg at arbeiða aftur. Sjálvdan í sama landið, ella á sama stað, ið eg gjørdi frammanundan, tí eg vil uppliva so nógv sum eg kann ígjøgnum tey uml. 77 árini eg, sum føroyingur havi fingið at liva í.
Stórsta grundin til at eg vil arbeiða sum skeinkjari er tann, at eg ikki vil hava eitt arbeiði, har eg verið noyddur at taka støðu til ymiskt og tí mær dámar ikki at arbeiða á einum staðið, har eg eri noyddur at taka fólk í álvara. 
Eg gleði meg til at fáa eina persónsliga samrøðu, har eg kann greiða betri frá mínum evnum og hví júst eg eri tann rætti skeinkjarin til tykkum í Garðinum.
-Niðanfyri eru viðheftar nakrar myndir, ið eg haldi lýsa meg væl sum persón.

Finnur Hansen
Mýrisnípuvegur
100 Tórshavn





1 comment: